Til ber í felag við onnur at venja seg at leita eftir kunning um evnið, ið verður viðgjørt í undirvísingartímanum ella í uppgávuni. Um ein vil, kann ein skipa venjingina sum eina kapping, og kappast um, hvør er kvikast/ur at koma fram á ta kunningina, ið spurd verður eftir.