Internetið er eitt hav av kunning, har tað er lætt at drukna, um ein ikki veit, hvussu ein á munadyggan hátt leitar fram upplýsingar.
Fyri at finna upplýsingar á internetinum ber til at brúka ymiskar leitimaskinur, ið geva ymisk úrslit. Tí er umráðandi, at tú brúkar fleiri leitimaskinur og samanbert úrslitini. Fyri at tín leiting við leitorðum skal verða væleydnað, eigur tú at kenna til og meistra leitiboðini (-kommandoirnar), ið eru neyðug, til dømis AND, OR, NOT, gásareygu, klombur v.m. Fyri at minka um talið av leitiúrslitinum kanst tú eisini avmarka leitingina við tíðarskeiði, máli, slagi av tilfari o.s.fr., t.d. ”2000-, svenska, artiklar.
Tú eigur eisini at læra teg at brúka ymiskar dátugrunnar, av tí at hesir innihalda stórar mongdir av tilvísingum og skjølum, ið eru knýtt at einum ávísum evnisøki. Dátugrunnasavnið E-feingi (efeingi.fo/) gevur atgongd til bæði heimligar og útlendskar greinir um ymisk evni, og kann vera eitt heint stað, at leita fram upplýsingar.
Til munadygga leiting eftir upplýsingum hoyrir eisini meting (vurdering) og filtrering av leitiúrslitinum, til dømis at skilja handilslig, hugsjónarlig og politisk úrslit frá teimum faktagrundaðu. Wikipedia eigur ikki at verða brúkt sum kelda, men er kortini brúkbær til tíðir, tá keldur og ymisk sjónarhorn skulu finnast fram, og tá kann Wikipedia-greinin og historikkurin lesast sum bakgrundsupplýsingar.
Umframt internetið ber eisini til at brúka faktabøkur, eitt nú handbøkur og leiðbeiningar. Tú eigur tí at gera teg kunnuga/n um flokkingarskipanina á bókasavninum og at venja teg við at finna bøkur fram í dátugrunnunum á bókasavninum.