SITAT ÚR KELDUM

  1. Til ber at nýta óbeinleiðis sitat, t.e. samandrátt av tekstinum (parafrasu), ella beinleiðis sitat.
    Tá ið ein samandráttur verður gjørdur, skal innihaldið í tekstinum vera hitt sama sum í upprunatekstinum; tað er ikki loyvt at broyta boðskapin ella tónalagið.
  2.  Samandráttur – óbeinleiðis sitat 
    Eisini rópt referat ella parafrasa. At referera merkir at endurgeva innihald við egnum orðum. Tá ið hetta verður gjørt, er umráðandi at skilja tekstin, t.v.s. at fanga høvuðsboðskapin og argumentini, ið stuðla tí. 

    Petersen sigur, at plagiat er ólógligt.

    Sambært Petersen er plagiat ólógligt.

    Tá ið ein refererar, skulu metingar ikki gerast av upprunatekstinum. Metandi sagnorð kunnu til dømis vera ”førir fram” ella ”heldur”. Onkuntíð er tó neyðugt at gera sín egna hugburð til innihaldið í tekstinum greiðan. Tá kann innihaldið í tekstinum viðmerkjast í tí, ið verður rópt ein viðmerktur samandráttur ella kommenterandi referati.

    Petersen heldur [men veit ikki við vissu], at plagiat er ólógligt.
  3. Beinleiðis sitat
    Eitt beinleiðis sitat er ein orðarøtt endurgeving av upprunatekstinum. Sitat verða markað við gásareygum og til tíðir við skákskrift av siteraða tekstinum. Beinleiðis sitat eru stutt og eiga einans at verða brúkt, tá ið tað er neyðugt, at lesarin skal skilja upprunatekstin. 

    Petersen sigur: ”Plagiat är olagligt.”

    ”Plagiat är olagligt”, sigur Petersen.
  4. Plagiat
    Um tú nýtir tekstin hjá einum øðrum persóni uttan at upplýsa kelduna, er talan um ólógliga sitering og harvið um plagiat. 

Minst til at nevna navn upphavsmansins (m/k) og at vísa til kelduna.