Við almannakunngerð meinast, at eitt verk við neyðugu loyvunum verður gjørt atkomuligt fyri almenninginum.
Hugtakið almannaogn verður brúkt um eitt verk, har verndartíðarskeiðið er farið, ella har upphavsmaðurin (m/k) hevur frásagt sær upphavsrættin til verkið og loyvt, at tað frítt kann brúkast.
Almenn framførsla merkir, at eitt verk verður framført fyri eini hjástaddari hyggjara- og/ella lurtarafjøld. Almenn framførsla kemur undir eksklusivu fíggjarligu rættindini hjá upphavsmanninum (m/k).
Almenn sýning umfatar, at eitt verk verður víst fram alment uttan tøkniligar hjálparmiðlar, til dømis tá eitt myndalistaverk, eitt nú ein málningur, verður sýnt fram. Almenn sýning kemur undir eksklusivu fíggjarligu rættindini hjá upphavsmanninum (m/k).
Tá ið eitt verk verður gjørt atkomuligt fyri eini størri fjøld enn innanvert egin familjusambond, verður tað gjørt atkomuligt fyri almenninginum. At gera eitt verk atkomuligt fyri almenninginum kann eitt nú verða gjørt við at framføra tað alment, sýna tað fram alment ella á annan hátt at útbreiða tað.
Tá eitt fysiskt eintak fyri fyrstu ferð, við upphavsmansins (m/k) loyvi er komið út á marknaðin ella er avhendað til ein nýggjan eigara, verður einkarrætturin til útbreiðslu av verkinum avhendaður. Einkarrætturin heldur sostatt uppat við at galda. Í verki inniber hetta til dømis, at tá ein bók er sett til sølu, kunnu eintøk av sama verki lænast út á bókasavni.
Ein upphavsmaður (m/k) kann avhenda síni fíggjarligu rættindi til ein annan, til dømis til ein forleggjara, arbeiðsgevara ella framleiðara. Hesin, sum rættindini verða avhendað til, kann ikki avhenda tey víðari, uttan so at avtala fyriliggur um tað.
Eitt avleitt verk, eisini rópt derivatverk, er eitt verk, sum verður skapt við støði í einum upprunaverki, til dømis við at ritstjórna upprunaverkið. Dømi um avleidd verk eru týðingar, ritstjórn annars og tekstasøvn. Fyri at gera eitt avleitt verk krevst loyvi frá upphavsmanninum (m/k) til upprunaverkið.
Ein áseting í lógini um upphavsrætt, ið í summum førum loyvir nýtslu av einum verki uttan samtykki frá upphavsmanninum (m/k). Hendan ásetingin avmarkar einkarrættin hjá upphavsmanninum (m/k).
Eitt avtaluloyvi er ein skipan, ið umsitur rættindi, ið verða lýst í lógini um upphavsrætt, og sum ger tað møguligt fyri felagsskapir, ið umboða upphavsmenn (m/k) og rættindahavarar at veita nýtslurættindi, ið eisini kunnu umfata upphavsmenn (m/k) og rættindahavarar, sum felagsskapurin ikki umboðar. Hetta merkir, at rættindahavarar uttanfyri felagsskapin eisini kunnu fáa viðurlag frá felagsskapinum.
Eitt beinleiðis sitat er ein orðarøtt endurgeving, munnlig ella skrivlig, av einum upprunateksti. Sí eisini Sitering.
Ólóglig nýtsla av einum verki, ið er vart av upphavsrætti – brot á upphavsrættin – hevur revsirættarligar fylgjur, eins og tað hevur við sær endurgjaldsábyrgd.
Creative Commons er ein amerikonsk avtaluloyvisskipan, sum ein upphavsmaður (m/k) kann brúka til at loyva nýtslu av sínum verkum undir ávísum treytum. Upphavsmaðurin (m/k) tilskilar við CC-avtaluloyvisfrámerkjum, hvussu verkið kann nýtast.
Sí Avleidd verk
ISí Avleidd verk
Sum eintak av verki verða roknað fysisk eintøk av tí, til dømis ein bók, ein CD-fløga ella ein DVD-filmur. Eintakið kann sostatt vera ítøkiligt og kunna haldast í hondini, men eintøk kunnu eisini vera í talgildum sniði.
Verður eitt verk, sum er vart av upphavsrættindum, brúkt ólóliga, hevur upphavsmaðurin (m/k) rætt til endurgjald. Tann, ið brúkti verkið ólóliga, hevur skyldu til at veita upphavsmanninum (m/k) endurgjald, eisini hóast brúkarin ikki visti, at loyvi kravdist.
Endurgeving kann vera ein samandráttur ella onnur stytting av eini skrivligari ella munnligari framseting, har innihaldið í upprunaliga verkinum verður endurgivið. Hvørt loyvi frá upphavsmanninum (m/k) krevst til at endurgeva, veldst um, hvørt innihaldið í verkinum verður endurgivið við egnum orðum ella um upprunateksturin verður styttur. Verður upprunateksturin styttur, krevst loyvi frá upphavsmanni (m/k), tá hetta er at ritstjórna tekstin. Verður upprunateksturin endursagdur við egnum orðum er ikki neyðugt við loyvi sambært upphavsrættinum.
Endurgjaldið fyri privatkopiering er eitt gjald, ið verður goldið upphavsmanninum (m/k). Hetta gjaldið er á fíggjarlógini og verður goldið av landsmyndugleikunum.
Endursøgn merkir at endurgeva innihaldið í einum upprunateksti (keldu) við egnum orðum. Sí eisini Óbeinleiðis sitat.
Eitt felagsverk er eitt verk, har fleiri upphavsmenn (m/k) hava skapt verkið í felag, og har ískoytið hjá hvørjum einstøkum kann ikki skiljast frá hinum.
Flutningur av verki merkir at gera eitt verk atkomuligt fyri almenninginum. Bæði at framføra eitt verk á eini útvarpsstøð og at deila tað á internetinum er flutningur av verkinum. Flutningur kemur undir eksklusivu fíggjarligu rættindini hjá upphavsmanninum (m/k).
Ein forlagsavtala er ein avtala millum ein upphavsmann (m/k) og eitt forlag um útgávu av einum bókmentaverki.
Framleiðsla av eintaki er til dømis kopiering ella prenting av eintøkum, at goyma eitt verk ella at taka upp eitt tónlistaverk. Framleiðsla av eintøkum kemur undir ekslusiv-rættindini hjá upphavsmanninum (m/k) og hoyrir til hansara ella hennara fíggjarligu rættindi.
Tað er loyvt at nýta hugskot, plott ella handling í verkinum hjá øðrum á ein nýggjan, kreativan og originalan hátt. Verður eitt nýtt, sjálvstøðugt verk skapt, sum ikki kann javnmetast við upprunaverkið, fær upphavsmaðurin (m/k) til nýggja verkið sjálvstøðugan upphavsrætt til sítt verk. Um fría atknýtið krevur, at ein eisini viðleggur eitt eintak av upprunaverkinum, krevst tó loyvi frá upphavsmanninum (m/k) til upprunaverkið.
Fylgirætturin gevur myndlistafólki rætt til eitt gjald, tá teirra verk verður selt til ein nýggjan eigara gjøgnum almenna ella professionella sølu.
Eitt verk má vera sjálvstøðugt og originalt fyri at røkka gáttina fyri at kunna skilmarkast sum verk og harvið at verða vart av upphavsrættinum.
EHóast verndartíðarskeiðið skuldi verið farið, hevur lógin um upphavsrætt kortini eina áseting (§53) om klassikaraverju. Um eitt verk eftir deyða upphavsmansins (m/k) verður handfarið á ein hátt, sum niðrar mentanaráhugamálini handan verkið, kann ráðharrin á økinum banna hesi handfaring.
Keldan er upprunateksturin, ið bæði fær verið munnlig ella skrivlig.
Visuaalisen alan taiteilijoiden tekijänoikeusyhdistys Kuvasto ry. Kuvasto valvoo kuvataiteilijoiden oikeuksia ja myöntää käyttölupia kuvataideteosten käyttöön. Lisätietoa: www.kuvasto.fi
Eitt margmiðlaverk er eitt verk, sum er sett saman fleiri ymiskum sløgum av tilfari, til dømis myndum, ljóði, teksti og livandi myndum. Verður eisini rópt samansettir tekstir.
Moralsku rættindini eru ómissandi, og hava við samleika upphavsmansins (m/k) og virðingina fyri honum ella henni at gera. Moralsku rættindini umfata rættin til at verða nevnd/ur við navni og um virðingarrættin.
Sí Samklipp
Í einum vísindaligum ella kritiskum teksti ber til at sitera myndir, ið hoyra til tekstin, uttan loyvi frá upphavsmanninum (m/k). Tað er ein treyt, at myndin hevur eitt sakligt samband við tekstin.
Navnkenningarrættur merkir, at upphavsmaðurin (m/k) hevur rætt til at verða tilskilaður sum upphavsmaður (m/k) til verkið, tá verkið verður brúkt. Navn upphavsmansins (m/k) skal tilskilast samsvarandi góðum siði.
Nærstandandi rættindi eru rættindi, sum liggja nær upphavsrættindum og sum verja m.a. framførandi listarfólk, upptøkuframleiðarar, filmsframleiðarar, myndtakarar og tey, ið tilvirka katalog. Nærstandandi rættindini fevna um nærum tað sama sum upphavsrætturin.
Fyri at úrslitið av skapandi arbeiði skal fáa verju av upphavsrættinum krevst sjálvstøðugleiki og originalitetur. Eitt verk er at meta sum originalt, um tað er ósannlíkt, at nakar annar, ið hevði átikið sær somu uppgávu, hevði kunnað komið fram til sama endaúrslit.
Eitt óbeinleiðis sitat er ein endurgeving av kunning ella innihaldinum í einum upprunateksti (eini keldu) við egnum orðum. Sí eisini Endurgeving.
Ólikamlig rættindi er eitt løgfrøðisligt øki, sum umfatar upphavsrætt og vinnuligan ognarrætt so sum patent, vørumerki og modellrætt. Ólikamlig rættindi minna um ognarrættindi og verja úrslitini av kreativum arbeiði, uppfinningum, dátugrunnum, telduforritum og so framvegis.
Plagiat er at framleiða eitt eintak av verkinum hjá einum øðrum uttan loyvi frá upphavsrættindahavara. Plagiat ger seg inn á bæði fíggjarligu og moralsku rættindini hjá upphavsmanninum (m/k).
Ritstjórn av einum verki kann til dømis vera umseting ella stytting. Fyri at kunna ritstjórna í einum verki krevst loyvi frá upphavsmanninum (m/k) ella rættindahavaranum. At broyta í einum verki kemur undir ritstjórn, og hoyrir tí undir eksklusivu rættindini hjá upphavsmanninum (m/k) og krevur loyvi frá upphavsmanninum (m/k).
Royalty er eitt endurgjald, ið verður goldið til upphavsmannin (m/k) fyri at hann ella hon hevur givið øðrum rættin til at nýta eitt verk hjá sær, til dømis gjald til ein rithøvund fyri sølu av hansara ella hennara bók, ella gjald til ein tónleikara fyri sølu av tónleiki hjá honum ella henni.
Sí Margmiðlaverk
Samklipp, eisini rópt myndakollasja, eru ymiskar myndir, tekningar, málningar og brotamyndir, ið eru settar saman. Fyri at kunna nýta myndir í einum samklippi krevst vanliga loyvi frá upphavsmanninum (m/k).
Sitat er eitt lán úr einum almannakunngjørdum teksti. Tá siterað verður, eigur navnið á upphavsmanninum (m/k) at verða tilskilað.
Sitering merkir nágreinilig og orðarøtt endurgeving, munnlig ella skrivlig, av upprunateksti. Sí eisini Beinleiðis sitat.
Stakútgávurættur er ein rættur, sum upphavsmaðurin (m/k) gevur til at geva út verkið eina ferð í eini ávísari útgávu, til dømis rætturin til at geva út eina tíðindagrein í einum tíðindablaði.
Eitt tekstasavn er eitt verk, sum fevnir um fleiri verk ella partar av verkum. Tann, ið skapar eitt tekstasavn, hevur upphavsrættin til heildina. Neyðugt er við loyvi frá upphavsmonnunum (m/k) fyri at brúka teirra verk í einum tekstasavni og til at gera tekstasavnið atkomuligt fyri almenningin.
Eitt tvingsilsloyvi er ein rættur, har lógin um upphavsrætt gevur loyvi at brúka eitt verk uttan samtykki frá upphavsmanninum (m/k). Ein hevur framvegis skyldu at gjalda upphavsmanninum (m/k) viðurlag fyri nýtslu av verkinum.
Upphavsmenn (m/k) ella upphavsrættindahavarar hava sett á stovn upphavsrættindafelagsskapir, ið skulu taka sær av áhugamálunum hjá sær og at veita nýtsluloyvi til ymisk høvi. Upphavsrættindafelagsskapir lætta um útveganina av nýtslurættindum og útgjalda viðurløg til heimligar og útlendskar rættindahavarar.
Upphavsrættindahavari er ein persónur, ein felagsskapur ella annar løgfrøðiligur persónur, sum eigur upphavsrættin yvir einum verki.
Upphavsrættur er verja av skapandi arbeiði. Upphavsrætturin er galdandi fyri verk, sum upphavsmaðurin (m/k) – ið er ein fysiskur persónur – hevur skapt. Upphavsrættur er eitt breitt, savnandi hugtak, ið fevnir um tey eksklusivu rættindini, ið upphavsmaðurin (m/k) hevur yvir sínum verki.
Eitt upprunaverk er eitt sjálvstøðugt og originalt bókmentaverk ella listarverk, sum ein upphavsmaður (m/k) hevur skapt. Skilt verður ímillum upprunaverk og avleidd verk (eisini rópt derivatverk), ið fevna um til dømis tekstasøvn, ritstjórnað verk og týðingar.
Ein upptøkuframleiðari er ein, ið framleiðir upptøkur. Upptøkuframleiðarin fær nærstandandi rættindi til upptøkuna hjá sær.
Eintøk av verkum kunnu breiðast út við sølu, útlán og útleigu. At selja bøkur og listarverk, læna út bøkur og útleiga filmar er útbreiðsla. Útbreiðsla kemur undir eksklusivu fíggjarligu rættindini hjá upphavsmanninum (m/k).
Útgáva merkir at gera eintøk av einum verki atkomulig fyri almenningin við upphavsrættindahavarans loyvi.
Tann, ið framførir eitt verk, til dømis ein sjónleikari, tónleikari ella sangari, hevur rætt til verju av síni framførslu, treytað av, at framførslan hevur rætt til verju undir upphavsrættinum. Fyri at taka eina framførslu upp er neyðugt við loyvi frá útinnandi listarfólkinum.
Ein verksheild er eitt verk, sum fleiri upphavsmenn (m/k) hava gjørt í felag, og har ymisku ískoytini frá ymisku upphavsmonnunum (m/k) eru sjálvstøðug og kunnu skiljast hvørt frá øðrum. Ein myndprýdd bók er dømi um eina verksheild. Upphavsmenninir (m/k) kunnu sjálvstøðugt og leysir av hvørjum øðrum taka avgerðir um teir partarnar av verksheildini, sum teir sjálvir hava skapt
Viðurlag er eitt gjald, ið verður goldið upphavsmanninum (m/k) afturfyri at nýta eitt verk, fyri at fáa nýtslurættin til hansara ella hennara verk, ella afturfyri at rættindini verða flutt til ein annan. Ein tílík flyting av rættindum til ein annan kann eisini fara fram uttan viðurlag.
Virðingarrætturin verjir orginalitetin hjá upphavsmanninum (m/k). Verkið kann ikki broytast á ein hátt, ið niðrar upphavsmannin (m/k) ella skaðar hansara ella hennara umdømi. Verkið kann heldur ikki gerast atkomuligt fyri almenningin á ein hátt ella í einum sambandi, ið er at meta sum niðrandi.