Upphavsrættindaførleikar

Tilfarið hjá FjølNám Skúla kann verða tær ein stuðul í at kunna teg um upphavsrættindi á ein stuttligan hátt og gevur tær amboð til at kunna undirvísa um upphavsrætt. Við hesum leiðbeiningum um sjálvlestur kanst tú sjálvstøðugt kunna teg um upphavsrættindi.

Byrja við at døma teg sjálva/n um upphavsrættindaførleikar við at nýta sjálvsmetingaroyðublaðið.

Góða eydnu!

1. Kunnleiki um upphavsrættindi

  • Lær teg tey grundleggjandi hugtøkini innan upphavsrætt.
  • Hugsa um, hvørji sløg av verkum hava verju, hvør fær upphavsrættindini, hvat upphavsrætturin fevnir um, hvørji rættindi upphavsmaðurin (m/k) fær, og hví tað er umráðandi at verja upphavsrættin.
  • Les Upphavsrættindaleiðbeiningina og tilfarið ”Upphavsrætturin verjir skapandi arbeiði”. Hygg at video’inum ”Hvat er upphavsrættur?”
  • Meira kunning um upphavsrætt er at finna á heimasíðuni fjølnám.fo.
  • Kanna tín kunnleika við at brúka spurnarvenjingina (quizzina).

2. Førleiki at brúka verk og førleiki at leita fram upplýsingar og tilfar

  • Ger tær greitt, hvussu ymisk verk kunnu brúkast í undirvísingini, hvussu ein fær nýtt verk í egnum tilfari og í verkætlanararbeiði, ið er partur av útbúgvingini, hvussu ein kann deila og almannakunngera verk, umframt í hvønn mun og hvussu ein kann ritstjórna í verkum.
  • Les um loyvisfyriskipanir fyri útbúgvingarstovnar og CC-avtaluloyvi í tilfarinum hjá FjølNám Skúla, eins og á heimasíðuni fjølnám.fo. Far ígjøgnum Upphavsrættindaleiðbeiningina, tilfarið Verkætlanararbeiði og minnislistarnar hjá FjølNám Skúla, og hygg harumframt at video’inum “Nýtsla av verkum”.
  • Ger tær greitt hvørji rættindi, tú sjálv/ur hevur til egið tilfar. Set teg inn í, hvørji sløg av verkum kunnu fáa verju.
  • Kunna teg um kunningarleitingarførleikar, sitat og kelduávísingar við at nýta ”Stigini í egnum arbeiði”.
  • Fyrireika og ger egið undirvísingartilfar um eitt valfrítt evni, til dømis til ein venjingartíma.
  • Royn tína vitan við antin ”Satt ella falskt” og Bingovenjingini.

3. At læra frá sær um upphavsrætt

  • At skilja og førleikin at kunna implementera grundarlagið fyri upphavsrættindum, eins og virðing av upphavsrættinum hoyra til málini og innihaldið í teimum nýggju finsku námsætlanunum á øllum stigum og lærugreinum sum part av multilitterasi og ábyrgdarfullari kunningar- og samskiftistøkni.
  • Les námsfrøðiligu leiðbeiningina til lærarar hjá FjølNám Skúla.
  • Les tilfarið og undirvísingarhugskot fyri øll ársskeið.
  • Fyrireika ein undirvísingartíma, har upphavsrættur er evnið.

4. Endaroynd

Tá ið tú hevur staðið allar tríggjar venjingarnar (Quiz, Satt ella falskt og Bingo) kanst tú royna tín kunnleika í endaroyndini. Tá tú hevur staðið endaroyndina, fært tú eitt próvskjal, ið tú kanst skriva út ella goyma á egnari vangamynd.

At enda skalt tú fylla út sjálvseftirmetingaroyðublaðið. Hugsa um, hvussu tínir upphavsrættindaførleikar eru mentir undir arbeiðinum.

Tillukku! Tú hevur staðið heildina Upphavsrættindaførleikar.