KOPIERING TIL PRIVATA NÝTSLU

  • Til privata nýtslu kanst tú kopiera filmar, bøkur, myndir o.s.fr. 
  • Til ber eisini at gera kopi til egna privata nýtslu, til dømis at brúka heima í familjuumhvørvinum.
  • Loyvt er einans at kopiera úr tilfari, ið er fingið lógliga til vega, og av lógligum keldum.
  • Eintakið, ið er framleitt til egna nýtslu, kann ikki brúkast til onnur endamál. Deiling og almannakunngerð á netinum er ikki privat nýtsla.
  • Loyvt er ikki at avrita telduforrit til privata nýtslu.
  • Ikki er loyvt at avrita tilfar, ið er deilt ólógliga, ella aðra piratframleiðslu, ei heldur til privata nýtslu.