Filming Vanliga er loyvt at filma á øllum almennum støðum, um ikki eigarin greitt hevur bannað filmsupptøku (skal vera tilskilað og frámerkt). Loyvt er ikki at filma á ein hátt, ið órógvar.
Um persónar verða filmaðir, skal altíð spyrjast um loyvi at filma.
At leggja myndir afturat Til video, gjørt til privata nýtslu, er loyvt at leggja tónleik afturat. Men skal videoið deilast á internetinum, krevst loyvi. Loyvið skal fáast til vega frá Koda og Gramex.
Tú kanst sjálv/ur gera tónleikin, ella brúka tónleik av netinum, ið hevur CC-avtaluloyvi ella annað avtaluloyvi. Kanna tá nýtslutreytirnar gjølla.
At leggja myndir afturat video ella teknifilmi (animatión) Tú kanst brúka: a. Myndir, tú sjálv/ur hevur tikið b. Myndir, ið eru tiknar ella gjørdar av øðrum
Við upphavsmansins (m/k) loyvi Tú kanst sjálv/ur biðja upphavsmannin (m/k) ella rættindahavaran um loyvi.
Við avtaluloyvi til undirvísingarbrúk hjá kommunu ella Mentamálaráðnum kunnu myndir verða kopieraðar av internetinum ella skannaðar úr bókum, bløðum, tíðarritum ella øðrum útgávum, um video’ið ikki verður lagt út á internet. Minst til at upplýsa upphavsmannin (m/k) í tínum arbeiði.
Við CC-avtaluloyvi Avtaluloyvissymbolið sigur, hvat tú fært gjørt. CC-avtaluloyvi og navnið á upphavsmanninum (m/k) skulu upplýsast í sambandi við myndina.
Verk, har verndartíðarskeiðið er útgingið, kunnu brúkast frítt.
At leggja livandi myndir afturat sum part av egnum arbeiði Fyri at kunna brúka eitt video, ella part av video, í egnum arbeiði, krevst loyvi frá upphavsmanninum (m/k) ella rættindahavara. Til ber at biðja upphavsmannin (m/k), til dømis ein framleiðara, um loyvi, ella kann upphavsmaðurin (m/k) møguliga hava loyvt nýtslu gjøgnum ein CC-avtaluloyvi. Kanna avtaluloyvistreytirnar gjølla.
Almannakunngerð av video Um eitt video verður lagt út á internetið, síggj til, at tú hevur rættindi at almannakunngera tað. Hetta er galdandi fyri øll verk, ið nýtt verða í video’inum, so sum myndir og tónleik, og loyvi skal eisini fáast frá persónunum, ið síggjast á video’inum.
MUISTATHAN MERKITÄ VIDEOON TEKIJÄTIEDOT, MYÖS KÄYTTÄMIESI KUVIEN JA MUSIIKIN OSALTA.