EGIÐ ARBEIÐI, EGIN RÆTTINDI

  • Hvør einstakur hevur upphavsrætt til sítt egna arbeiði, uttan mun til aldur. Sjálvt ómyndug børn kunnu fáa síni verk vard av upphavsrættinum. 
  • Upphavsrætturin kemur sjálvvirkandi í gildi, tá arbeiðið er liðugt, til dømis tá ein verkætlan er av, ella ein mynd er tikin.
  • Verk, sum eru nóg sjálvstøðug og original – tað vil siga verk, ið koma upp um gáttina fyri at verða skilmarkað sum verk – fáa upphavsrættindaverju.
  • Upphavsmaðurin (m/k) ger av, hvussu hansara ella hennara verk kunnu brúkast.
  • Fyri at kunna almannakunngera eitt verk, sum ein lesandi hevur gjørt, krevst loyvi frá tí lesandi. Um tann lesandi er ómyndug/ur, skal samtykki eisini fáast til vega frá foreldri ella verja. 
  • Er talan um bólkaavrik, krevst loyvi frá øllum í bólkinum.

TEKIJÄ PÄÄTTÄÄ, MITEN HÄNEN TEOSTAAN SAA KÄYTTÄÄ.