Tað er frítt at nýta kunning og hugskot Tú kanst sjálv/ur innsavna kunningartilfar frá ymiskum keldum og endurgeva tað við egnum orðum. Minst bert til at vísa til keldurnar.
Fyri at kunna nýta myndir og tekstir krevst loyvi Tað kann vera loyvt at brúka tey: Sum sitat: Tá ið tú nýtir tekstin hjá einum øðrum persóni orð fyri orð, er talan um sitat. Sitat verður frámerkt við gásareygum, eisini rópt sitatiónstekn. Við loyvi frá upphavsmanninum (m/k) Til ber sjálv/ur at spyrja upphavsmannin (m/k) ella rættindahavara um loyvi. Við avtaluloyvi til undirvísingarbrúk hjá kommunu ella Mentamálaráðnum: Tú kanst skanna myndir og tekst úr bókum og kopiera av internetinum til verkætlanararbeiði, um tú ikki leggur títt arbeiði alment út á internetið. Minst til at vísa til upphavsmann (m/k) í tínum arbeiði. Við CC-avtaluloyvi: Avtaluloyvissymbolið sigur, hvat er loyvt at gera. CC-avtaluloyvissymbolini og navnið hjá upphavsmanninum (m/k) skal tilskilast við myndina. Tá verjutíðarskeiðið er gingið út, kann verkið frítt brúkast.
Filmur og myndatøka Teir persónar, sum síggjast á myndunum ella upptøkunum, skulu spyrjast um loyvi til at almannakunngera og nýta myndirnar ella upptøkurnar.
At leggja tónleik afturat Fyri at brúka tónleik krevst loyvi. Tú kanst fáa til vega nýtsluloyvi frá Teosto og Gramex, ella eisini leita eftir tónleiki, ið er gjørdur atkomiligur á internetinum við einum CC-lisensi ella øðrum lisensi. Í teimum førum mugu nýtslutreytirnar lesast gjølla fyrst.
Video sum partur av egnum arbeiði Neyðugt er við loyvi frá upphavsmanni/-monnum (m/k) fyri at brúka video, ella part av video, í egnum arbeiði. Til ber at spyrja upphavsmannin (m/k) ella rættindahavara um loyvi, um ikki upphavsmaðurin (m/k) hevur loyvt nýtslu við einum CC-avtaluloyvi. Til ber at leinkja beinleiðis til eitt internetvideo. Gev gætur, at neyðugt er við loyvi fyri at kunna vísa video í flokshølinum.
Keldutilvísingar Gev gætur, at tú mást upplýsa tær keldur, tú hevur brúkt, eins og kunning um upphavsmannin (m/k) í tínum verkætlanararbeiði.
Almannakunngerð av verkætanararbeiði á internetinum Um tú vilt almannakunngera títt verkætlanararbeiði á internetinum, kanna tá eftir, at tú hevur rættindi til at almnnakunngera øll tey verk, tú hevur brúkt, herundir myndir, tónleik og video.
Muistathan, että videoiden esittämiseen luokkahuoneessa tarvitaan lupa.